Bilførarin, sum løgreglan sóknaðist eftir fyrr í morgun, hevur ringt til løgregluna. Tað var tíðliga í morgun, ímillum klokkan fýra og fimm, at ein bilur koyrdi á ein mann á Marknagilsvegin, á krossinum við Svaldbardsvegin.
Bilførarin steðgaði og tosaði við mannin, sum varð ákoyrdur, men tá ið tað ikki varð mett, at nakar skaði var hendur, fóru teir hvør til sítt.
Men maðurin, sum varð ákoyrdur, fekk ikki navnið á bilføraranum og tí hevur løgreglan sóknast eftir honum í morgun. Løgreglan sigur, at bilførarin ringdi rættiliga skjótt til løgregluna at boða frá og nú verður málið so viðgjørt.