Bilførari sligin

Politii veit bert um eitt harðskapsmál, annars hevur nátti verið stak friðarlig.

Politii veit bert um eitt harðskapsmál, annars hevur nátti verið stak friðarlig.

 

Harðskapsmálið hendi í Sverrisgøtu í Havn, tá ein bilførari kom koyrandi eftir vegnum, har ein fullur maður stóð.

 

Bilførari floytaði fyri at fáa mannin af flyta seg, men í staðin kom maðurin yvir til bilføraran og sló hann.

 

Bilførarin meldaði málið til politiið, sum er í holt við at kanna málið nærri.

 

Avhoyringar skulu gerast, og tær verða tiknar upp, nú tá fólk byrja at vaknaí morgun, sigur vakthavandi á politistøðini.