Bilførari koyrdi seg fastan á Gjáarskarði

Í gjár varð boðað frá olju á Víkarvegnum í Klaksvík, og her var olja komin á vegin.

Í nátt hevur verið friðarligt hjá løgregluni, og í gjár var heldur ikki nógv á vási sambært vaktleiðaranum í morgun.

 

- Í gjár fingu vit eina fráboðan um, at ein bilførari hevði koyrt seg fastan í einari kavafonn á Gjáarskarði í omankoyringini til Funnings. 

 

Sambært vaktleiðaranum segði bilførarin, at hann slapp ongan veg, og tí vórðu boð send eftir Skálafjarðar Sløkkiliði.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt, fór bilurin út av, tá roynt varð at hála hann leysan, og sløkkiliðið tók sær síðan av at koyra bilføraran til hús.

 

Ætlanin er at taka bilin upp aftur í dag, verður lagt aftrat.

 

Í gjár varð eisini boðað frá olju á Víkarvegnum í Klaksvík, og her var tað okkurt við einari ótættari slanguklemmu á einari pumpu.

 

Soleiðis, sum vaktleiðarin segði seg hava skilt, var vegurin á leiðini vorðin nakað hálur, og neyðugt var tískil at vera ansin í ferðsluni um hesar leiðir.

 

Í gjár visti vaktleiðarin at siga, at eldurin umborð í Slættabergi og í City Church varð kannaður av brandserfrøðingi fríggjadagin.

 

- Vit vænta, at ein frágreiðing um hesar eldarnar fyriliggur tíðliga í hesi vikuni, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

##med2##

 

 

 

Eldarnir umborð í Slættabergi og City Church eru kannaðir. Væntandi fyriliggur frágreiðing í vikuni.