Bilførari í Eysturoy missir koyrikortið

Hóast dagurin í gjár var hin seinasti á árinum, og løgreglan hevði nógv fólk til arbeiðis, gjørdist náttin kortini friðarlig.

 

Seint seinnapartin í gjár varð ein bilførari í Eysturoy tikin fyri rúsdrekkakoyring.

 

- Hetta hendi stutt fyri klokkan 18. Blóðroynd er tikin, og bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Hóast dagurin í gjár var hin seinasti á árinum, og løgreglan hevði nógv fólk til arbeiðis, gjørdist náttin kortini friðarlig.

 

- Veðrið hevði helst sín týdning, og tað var ikki fyrr enn langt út á náttina, at nakað serligt sást til fólk í býnum í Havn.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at onkrar fráboðanir komu um, at fólk ikki rættiliga dugdu sær hógv. 

 

- Men, her vóru ongar hendingar, sum gjørdust til politimál, tí tað bar til at tosa fólk til rættis, verður lagt aftrat.

 

Í nátt hevur løgreglan eisini hjálpt nøkrum fólkum til hús, sum vóru so drukkin, at tey ikki megnaðu hetta sjálvi.