Bilførari fekk heilar 5000 krónur í bót

Løgreglan hevur aftur tikið fleiri bilar

Løgreglan hevur aftur verið á ferð kring landið, har tey hava kannað ferðsluna. Á meginøkinum fingu fýra bilførarar 1000 krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

 

Í Suðuroy er ein bilførari skrásettur fyri at hava koyrt beint yvir 100 á landsvegi, har tað er loyvt at koyra 80, so tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið og tað fer hann eisini 1500 krónur í bót fyri.

 

Men tað var nógv verri hjá einum øðrum bilførara, sum varð tikin í meginøkinum. Koyrikortið hjá honum var útgingið, men hann hevði ikki endurnýggjað tað - og tað er tað sama um at koyra við ongum koyrikorti.

 

Og fyrstu ferð, ein verður tikin við ongum koyrikorti, er bótin heilar 5000 krónur.

 

Løgreglan sigur, at er tað onkur annar, sum eigur bilin, fær eigarin eisini bót fyri at hava latið bilin upp í hendurnar á einum bilførara, uttan at tryggja sær, at hann, ella hon, hevði koyrikort.