Bilførari fær stóra bót

Harumframt fingu tveir bilførarar klipp – og ein missur helt koyrikortið

Løgreglan ger nógv um seg í ferðsluni kring landið í hesum døgum og aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni á meginøkinum.

 

Í tí sambandi varð ein bilur steðgaður, og tá ið løgreglan spurdi bilføraran eftir koyrikortinum, mátti hann melda pass, tí hann hevði nevniliga einki koyrikort.

 

At koyra við ongum koyrikortið er ein dýr søga, tí longu fyrstu ferð, ein verður tikin, er bótin 5.000 krónur og tað fór hesin bilførarin so til húsar aftur við. Samstundis er eisini vandi fyri, at hann heldur ikki sleppur at taka koyrikortið fyrr enn ein tíð er fráliðin

 

Verri var hjá einum bilførara, sum varð tikin í Havn, tí hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning.

 

Annars vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir vórðu tiknir í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, men hesi báðir koyrdu ávikavist 76 og 74 kilometratr um tíman. Tað kostar eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2.500 krónur í part.