Bilførari fær bót og skal rinda endurgjald

Tað kann verða dýrt at seta bilin frá sær, uttan at tátta hondbremsuna

Um vikuskiftið varð løgreglan í Havn boðsend til eitt ferðsluóhapp.

Hóast talan var um eitt lítið óhapp, kann tað kortini verða ein dýr søga fyri bilføraran.

Talan var um ein bil, sum stóð parkeraður í Havnini, men bádliga fór hann á rull og endaði í einum lyktapela.

Eitt vitni boðaði løgregluni frá óhappinum og hon kom so á staðið at kanna málið.

 

Løgreglan sigur, at maðurin hevði ikki táttað hondbremsuna nóg væl og tí fór bilurin á rull.

Tískil verður bilførarin nú skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað bilin nóg væl, tá ið hann setti hann frá sær og tað kostar honum 500 krónur í bót.

Hinvegin boðaði løgreglan eisini kommununi frá, tí í slíkum førum skal bilførarin eisini rinda skaðan aftur, bilurin gjørdi á pelan.

So vísir tað seg, at pelin hevur fingið skaða, verður hann gjørdur upp og so fær bilførarin eisini eina rokning fyri tað.