Bilførarar tiknir fyri fleiri ymisk lógarbrot

Ein bilførari koyrdi við lyktum, hann ikki hevði loyvi at brúka

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar og tað var serliga við tí endamáli at at kanna um ljósini á bilunum vóru eftir forskriftunum. Tað vóru fleiri dømi um, at tað vóru tey ikki. Onkur bilur manglaði nummarplátuljós og í summum førum vóru aðrar perur brostnar. Ein bilførari koyrdi við sløktum baklyktum og ein bilførari koyrdu við tokuljósum, hóast tað ikki var toka. Tað eru vanligt at síggja bilar við tokuljósum, men tað er ikki loyvt uttan tá ið tað er toka, ella vánaligt sýni annars.

 

Men ein bilførari fekk eisini bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær og onkur koyrdi við uppslitnum dekkum. Og í nátt varð eisini ein bilførari tikin, sum koyrdi bil, hóast hann ikki hevði koyrikort.