- Tíverri eru tað framvegis nógvir bilførarar, sum ikki lurta eftir ávaringunum ímóti at koyra ímillum bygdir. Tað visti løgreglan at siga fyri eini løtu síðani. Í allan morgun hava bæði løgregla og Landsverk mælt fólki frá at koyra, tí tað er ikki koyrandi fyri kava. Tað er bæði hættisligt fyri bilføraran og tey, sum annars eru í bilinum, tí stórur vandi er fyri at tey koma at standa føst í kavanum. Men tað er eisini til stóran ampa fyri arbeiðið hjá Landsverk at grava kavan av vegunum, tí bilarnir standa í vegin. Tí eru ráðini framvegis: Lurta eftir boðunum frá Landsverki og løgreglu.
Les eisini: Ganga nakrir tímar áðrenn koyrandi verður
Løgreglan sigur, at hóast ávarað er ímóti at koyra, eru røðirnar av bilum við Vágatunnilin farnar at veksa, tí bilførarar treiskast ímóti ávaringunum og royna kortini. Annars ljóðaði fyrr í morgun, at bilførarar vóru farnir at lurta betur eftir boðunum frá Landsverki og løgreglu, men tað er so broytt aftur.
Í gjárkvøldið máttu tey seta vakt við undirsjóvartunnilin, tí fólk koyrdu, hóast ávarað var ímóti tí. Og tað hóast bummarnir vóru fyri, koyrdu fólk kortini, so tey máttu hava vaktarhald, sigur løgreglan. Seinastu boðini frá Landsverki eru, at tað er ikki koyrandi ímillum bygdir í Vágum, Streymoy og í Eysturoy, tó eru koyrandi úr Klaksvík til Runavíkar og til Fuglafjarðar, men tað er ikki koyrandi norður ímóti Skálafirði. Tað er koyrandi av Gomlurætt til Havnar. Tað verður grivið eftir landsvegunum, men fleiri íbindingar ella síðuvegir eru ikki grivnir. Annars er koyrandi er í Suðuroy og á Sandoynni, og í Norðoyggjum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgregluna greiða frá støðuni fyri eini lítlari løtu síðani.
|









