Bilførarar løgdu einki í reytt ljós

Teir koyrdu hóast tað lýsti reytt, so nú fáa teir eina heilsan frá fútanum

Seinastu tíðina hevur Norðoyartunnilin verið stongdur, tí arbeitt verður í tunlinum.  Í hesum sambandi hevur tað reyða ljósið við tunnilsmunnarnar, víst bilførarum á, at tunnilin er stongdur. Men tað løgdu tveir bilførarar einki í,  tí í nátt koyrdu teir ígjøgnum tunnilin, hóast tað lýsti reytt.

 

Men har vóru fólk til arbeiðis og tey sóu bilarnar og søgdu løgregluni frá. So løgreglan stóð fyri teimum og teir fáa nú eina klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1.500 krónur í part.