Bilførarar leggja ikki í reyð blunk

Men tað kostar bæði bót og klipp í koyrikortið, sigur løgreglan

Nú í eina tíð hava fólk gjørt ábøtur á Norðoyatunnilin og í tí sambandi hevur tunnilin verið stongdur um náttina. Og løgreglan sigur, at tað er einki at taka feil av, at tunnilin er stongdur, tí tað er væl merkt við báðar tunnilsmunnanar. Har eru bæði ljós, sum blunka reytt, umframt at bilar standa fyri á koyribreytini.

 

Men løgreglan sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at bilførarar ikki virða tey reyðu ljósini, og smoyggja sær uttan um ferðsluforðingarnar og koyra ígjøgnum tunnilin kortini.

 

Tað er hent fleiri ferðir, og hesa náttina fór enntá ein treylari ígjøgnum tunnilin, sigur løgreglan. Tað at alt annað enn vandaleyst fyri tey, sum arbeiða í tunlinum – og tað er heldur ikki vandaleyst fyri tey, sum koyra, tí har standa lyftir mitt á koyribreytini.

 

Løgreglan sigur, at tað er ein dýr søga, at troka seg fram upp á handan mátan, tí tað kostar bæði eina bót upp á 1500 krónur, umframt at bilførarin fær klipp í koyrikortið - og tað hava fleiri bilførarar fingið í Norðoyatunlinum hesa seinastu tíðina.