Bilførarar, sum ikki ansa eftir, skulu ikki vænta at fáa eitt oyra frá tryggingini, um so er, at skaði stendst av.
Tað staðfesta bæði Trygd og Trygggingarfelagið Føroyar, tá ið vit spurdu tey herfyri.
Seinastu tíðina er tað ofta hent, at bilar eru stolnir, men har lyklarnir hava ligið í bilinum.
Nú er eisini nýggjar reglur komnar í gildi sum siga, at tað er ikki loyvt at koyra við summardekkum um veturin, um so er at vandi er fyri hálku.
Og bæði tryggingarfeløgini siga, at verður bilur stolin og lyklarnir liggja í honum, er bilførarin illa staddur, um so er, at bilurin fær skaða.
Tey siga eisini at bilførarin skal ikki vænta at fáa tryggingina at rinda fyri skaða, um so er, at bilur koyrir við summardekkum í hálku um veturin og elvir til óhapp.
- Bilførarin hevur skyldu at tryggja bilin so væl sum tilber og tað merkir, at lyklarnir skulu ikki liggja í bilinum, siga bæði tryggingarfeløgini.
Tey siga eisini, at bilførara hava skyldu at vísa neyðugt umhugsni og ein partur av tí er at skøða bilin forsvarliga.
Á Trygd siga tey, at verður ein bilur stolin, og hann fær skaða, og tað kann staðfestast, at lyklarnir lógu í bilinum, má eigarin sjálvur hefta fyri skaðan.
Ella Mortensen, skaðaleiðari á Trygd, sigur, at í slíkum førum er tað bara ábyrgdartryggingin, sum tekur við. Sostatt rindar Trygd bara endurgjald fyri skaða, sum rakar onnur í hesum sambandi.
Hon sigur, at eigarin hevur skyldu at tryggja bilin so væl sum gjørligt ímóti stuldri. Og ein partur av tí er, at eigarin skal ikki lata lyklarnar liggja í bilinum, men taka teir við sær.
Á Trygd eru tey eisini fegin um, at kunngerð er komin í gildi sum ásetir, at tað er bannað at koyra við summardekkum um veturin, tá ið vandi er fyri hálku.
Nú er Sostatt ikki longur nakað at ivast í á hesum øki, sigur skaðaleiðarin á Trygd.
Men hon sigur, at koyrir bilførari við summardekkum í hálku og elvir til skaða, er vandi fyri, at hann einki endurgjald fer.
- Útgangsstøðið er, at kann tað ávísast, at orsøkin til skaðan er, at bilurin hevði summardekk, fær bilførarin ikki endurgjald frá tryggingini, sigur Ella Mortensen
Regin Hammer á Tryggingarfelagnum Føroyum, dregur at kalla somu línu.
- Elvir bilurin ikki í forsvarligum standu, er vandi fyri, at bilførarin ikki fær endurgjald frá tryggingini, sigur hann.
Í hesum sambandi hugsar hann eisini um tað at koyra við summardekkum í hálku um veturin, tí so er bilurin ikki í forsvarligum standi at koyra við.
Tað sama ger seg galdandi, tá ið bilur verður stolin og lyklarnir liggja í bilinum.
Men hann sigur, at hetta kann eisini gera seg galdandi fyri ábyrgdartryggingina. Tað vil siga, at tað er eisini vandi fyri, at Tryggingin ikki rindar fyri skaða, sum onnur eru fyri av einum stolnum bili.
- Tann, sum letur lyklarnar liggja í bilinum, ber seg ikki forsvarliga at, og tað kann elva til, at tryggingin ikki letur endurgjald, sigur Regin Hammer.
|