Í gjáramorgunin var ein harmonikusamanstoytur í Saltangará, har fýra bilar vóru uppi í.
Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men at bilarnir fingu skaða. Óhappið hendi, tá ið tann fremsti bilurin steðgaði fyri onkrum á vegnum, men tað ansaðu bilførararnir, sum komu aftanfyri, ikki eftir, og rendu upp í reyvina á hvørjum øðrum.
Løgreglan sigur, at tríggir av bilførarunum fáa bót fyri at teir ikki hava hildið tað neyðugu frástøðuna.
Kanska hevur hálkan havt ein týdning, men bilførarar skulu altíð passa seg eftir umstøðunum – og tað heldur løgreglan ikki, at teir gjørdu í hesum føri.











