At kunna koyra í Føroyum við eini føroyskari rødd í GPS-aranum er nú veruleiki. Nú er tíðin farin frá, at føroyingar bert nýta GPS-ara til koyring uttanlands. Tað nógv saknaða Føroyakortið til GPS-arar er nú klárt og kann keypast í handlunum. Tað er ráðgevingarstovan Munin í Havn, ið hevur gjørt hesa skipan.
Vit kunnu nú bjóða teimum, sum koma til Føroyar at vitja eins og øllum føroyingum eina nýggja GPS-navigatiónsskipan við øllum Føroyakortinum, bæði til koyring á føroysku vegunum og til gongutúrar í haganum, siga Bogi Jacobsen og John Zachariassen frá ráðgevingarstovuni Munin.
Talan er um eina framkomna GPS-skipan við nógvum møguleikum. Skipanin er gjørd til Garmin GPS-arar, og kortini kunnu keypast í radiohandlum og eru at fáa aðrastaðni við.
Skipanin virkar soleiðis, at tá t.d. ein adressa verður tastað inn, verður bilførarin vegleiddur av eini føroyskari rødd, sum sigur hvønn veg hann skal snara. Til høgru ella vinstru, og nær bilurin er komin til ta ávísu adressuna. Eins og á øðrum GPS-skipanum kann bilførarin sjálvur velja, hvat mál røddin skal tosa.
Í sendingini Bilradio á Rás2 í dag kl. 11 verður skipanin royndarkoyrd saman við Boga Jacobsen og John Zachariassen frá ráðgevingarstovuni Munin.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum