Bilførarin sovnaður ? orsøk til nógvar ferðsluvanlukkur

Kanningar aðrastaðni vísa, at fjórða hvør ferðsluvanlukka stendst av, at bilførarin er sovnaður undir koyring. Orsøkirnar kunnu vera manglandi svøvnur, heilivágur, rúsdrekka ella vanlig møði

Hóast flestu bilførarar vita, at man skal halda seg frá rúsdrekka, sissandi heilivági og øðrum rúsandi evnum, tá man koyrir bil, eru tað alt ov nógv ið ikki taka hetta í álvara og eru tí í vanda fyri at verða orsøk til álvarsligar ferðsluvanlukkur, ið raka bæði tey sjálvi og onnur. Tað er tann sokallaði sekundsvøvnurin, ið er sera vandamikil undir koyring. Talan er ikki um at bilførarin sovnar so líðandi, men at hann har afturímóti leingi hevur siti og stríðst við svøvnin, siti óróligur, skrúva rútin niður fyri at fáa fríska luft og uppaftur tá tað er blivið ov kalt, merkt smáar ristingar í kroppinum, til hann at enda er sovnaður. Í hesum førið er bilførarin klárur yvir at hann er við at sovna, men hann gevur sær ikki tíð til at steðga á og fara út úr bilinum.
Nakrar meginreglur
Fyri at umgangast at sovna við rattið, eru nakrar meginreglur at halda seg til. Til dømis hevur tað stóran týdning at vera væl fyri, tá man skal koyra longri túrar. Ikki eta ov nógv áðrenn ein longri biltúr ella drekka alkohol kvøldið fyri. Um onnur ferðandi eru við í bilinum, mugu tey halda vakið eyga við, at bilførarin ikki er við at sovna. Eisini skal hitin í bilinum vera passaligur. Um bilførarin byrjar at geispa fleiri ferðir og koyrir óregluliga, er tað uppá hægstu tíð at gera ein steðg. Bara tað at bilførarin verður burtur ein brotpart av einum sekundi, kann elva til eina álvarsliga ferðsluvanlukku.
Kelda: FDM / Motor