Bilførarin helst ávirkaður

Klokkan ellivu í gjárkvøldið stoyttu tveir bilar saman á Marknagilsvegnum í Havn, men hví óhappið hendi, er ikki greitt enn.

Politiið fekk fyrst at vita, at bilførarin í øðrum bilinum var rýmdur, men hesum trúðu politistarnir ikki, Teir hildu seg vita, hvør hevði koyrt bilin, og ein ungur maður varð skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður.

Í øðrum bilinum vóru tvey fólk í hinum trý.

Nøkur teirra vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men politiið heldur ikki, at nakar teirra hevur fingið álvarsligan skaða.