Bilførari sovnaður

Sunnumorgunin varð eitt lítið ferðsluóhapp við Hvítanesvegin-Vegin Langa í Havn. Bilførarin var sovnaður og koyrdi útav. Hann fekk onkrar smásnuddir, og varð tí koyrdur á skaðastovuna.
Annars hevur politiið í Havn tikið tríggjar mans fyri at hava koyrt ávirkaðir av rúsdrekka. Harumframt hava tríggir sovið rúsin av sær niðri í brummuni.
DJ-show var í Badmintonhøllini leygarkvøldið. Men hetta hevur verið eitt av teimum friðarligu. Onkur lítil fráboðan hevur verið. Millum annað var tað onkur, sum hevði fingið ov nógv niðurum, men heilt illa stóð ikki til hóast alt.
Leygardagin vóru tvey tikin í Kollafirði. Annar bilførarin koyrdi 115 km/t, meðan hin koyrdi 130 km/t.
Leygarnáttina hevði ein fingið eitt ølglas upp í andlitið. Ilt var komið ímillum tveir, og annar hevði smekkað ølglasið upp í andlitið á hinum, so hann skar seg frá nøsini yvir til annað eygað. Hetta verður tikið sum eitt harðskapsmál.
Sum heild letur politiið í Havn væl at vikuskiftinum.