Í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á Høgareyni, har ein bilur fór í knús
Bilførarin greiddi løgregluna frá, at hann var so troyttur, at hann sovnaði ímeðan hann koyrdi, og av tí sama rendi hann á bilaverjuna fram við vegnum.
Stoyturin var so harður, at bilurin fór í knús, sigur løgreglan. Men bilførarin sjálvur slapp rættiliga snikkaleysur frá óhappinum, men hann gramdi eg um pínu í beinunum og varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Málið er nú til viðgerar hjá løgregluni og tá ið viðgerðin er liðug, verður tað latið ákæruvaldinum, sum so tekur støðu til um bilførarin skal ákærast í málinum.