Bilførari rýmdi frá ferðsluóhappi

Løgreglan fekk um hálvgum tvey tíðina í nátt fráboðan um eitt minni ferðsluóhapp í Klaksvík, har bilførarin var rýmdur av staðnum.


- Ein bilur hevði rent í ein parkeraðan bil, men sjálvur skaðin var ikki serliga stórur. Men viðkomandi, ið hevði rent á, rýmdi av staðnum, upplýsir vakthavandi.


Tískil hevur løgreglan leitað eftir bilførara og bili í nátt og eydnaðist tað at finna bilin, ið rendi á.


- Bilurin er funnin, men eigarin er ikki funnin. Tá tú ert í einum ferðsluóhappi, so hevur tú skyldu at siga frá. So tað verður okkurt burturúr tí og arbeitt verður víðari við málinum, sigur vakthavandi.