Talan hevur verið um eina av teimum meira friðarligu vaktunum hjá løgregluni í nátt. Tað hevur helst nakað at gera við, at tað sambært vakthavandi ikki vóru serliga nógv fólk í býnum í nátt.
Ein bilførari er tó tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Viðkomandi er sostatt skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, meðan tað nú verður bíðað eftir svarinum frá blóðroyndini.
Í samband við høgtíðina hevur løgreglan verið á vitjan fleiri skeinkistøðum kring landið fyri at tryggja, at alt gekk rætt fyri seg. Og sambært vakthavandi var alt, sum tað skuldi vera.

Bilførari koyrdi ávirkaður












