Um eitt tíðina í nátt varð ein stórur hvítur vøruvognur funnin við síðurnar av vegnum undir Sandvíkahjalla. Løgreglan kom á staðið, men ongin bilførari var at finna.
– Vit vóru við hundi og leitaðu, men sporini blivu burtur uppi á Sandvíkahjalla, staðfestir vakthavandi á politistøðini í Havn. Vakthavandi leggur afturat, at løgreglan hevur ringt til eigaran av bilinum, og fekk at vita, hvør var førari í bilinum í gjár. Men tað eydnaðist ikki løgregluni at finna viðkomandi, og tí ber ikki til at siga, hví bilurin fór av vegnum.
Men tað er greitt, at hann var farin í skeiva síðu, staðfestir løgreglan, sum tó ikki vil siga nakað um, hví bilførarin kann vera rýmdur frá hvíta vøruvogninum.