Fyrr í dag fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Árnafjarðartunlinum, ið er sunnari tunnilin Norður um Fjall, ið bindir Árnafjørð saman við Klaksvík.
Talan var um ein mann, ið koyrdi gjøgnum tunnilin, tá fremra hjólið á høgri síðu knappliga brast við tí úrsliti, at maðurin rendi inn í eina veggin í tunlinum.
Løgreglan var skjót á staðnum og kundi staðfesta, at eingin mannskaði hendi í óhappinum. Maðurin var enntá so mikið væl fyri, at tað eydnaðist honum at sjálvur koyra bilin inn í eitt av víkiplássunum, so at hann ikki tarnaði ferðsluna.