Fyrrapartin hendi eitt ferðsluóhapp í vesturbýnum í Havn, har tveir bilar fingu skaða.
Óhappið hendi tá ið ein bilur steðgaði við ein gonguteig fyri einum fólk, sum skuldi tvørtur um vegin.
Men ein bilførari, sum kom aftan á, var ikki nóg ansin, og sostatt lukkaðist hann ikki at bremsa, og rendi upp í reyvina á bilinum, sum steðgaði við gonguteigin.
Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men at báðir bilarnir fingu eitt sindur av skaða.
Vanliga gevur slíkt óansni eitt klipp í koyrikortið.