Teir, ið koyrdu drotningina og fylgi hennara í Havn, søgdu allir, at hetta var ein spennandi uppgáva.
? Tað er eitt sindur øðrvísi at koyra við teimum kongaligu, í mun til at koyra við øðrum. Men tey eru bara fitt, og vit halda, at hetta er eitt gott arbeiði. Vit eru glaðir fyri at kunna hjálpa til, søgdu teir eftir seinasta steðg í Williams húsi mánadagin.
Frá vinstru síggjast: Hans Jákup Jensen, Frank Petersen, John Martin Olsen, Fríðrikur Bláhamar, Tróndur Fuglø og Knud Bjørk.