Tórshavnar kommuna heitir enn einaferð á bilførarar í høvuðsstaðnum um at virða ferðslulógina, nú kommunan er farin undir eina umfatandi umbygging í Steinatúni, ið hevur við sær, at ferðslan er skipað eitt sindur øðrvísi.
Millum annað hava bilførarar, ið koma oman Bøkjarabrekku, ikki longur loyvi at snara til vinstru oman í Tórsgøtu.
Hóast kommunan fleiri ferðir hevur heitt á bilførarar um at virða hetta, so tykist, at bilførarar ikki fylgja boðunum.
- Ikki at akta skeltini og samstundis at koyra um fult upptrekta linju gevur klipp í koyrikortið. Í tveimum kanningarumførum á 5 minuttir koyrdu 8 bilar beint oman í Tórsgøtu, tá teir komu úr Bøkjarabrekku, skrivar kommunan á síni heimasíðu í dag.
Harumframt verður víst á, at tað heldur ikki er loyvt at koyra inn á koyribreytina, ið einans er tilætlað bussum.
- Skal ein koyra niðan gjøgnum Bøkjarabrekku er at leggja til merkis, at uttasti banin til høgru BERT er til býbussarnar - og fult upptrekt linja er sum sagt millum mittasta banan og bussbanan, skrivar kommunan.










