Bilførarar snakkaðu í telefon meðan teir koyrdu

Løgreglan hevur eisini verið og gjørt ferðmátingar, og har vóru nakrir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt

Tað hevur verið ein stak friðarlig nátt hjá løgregluni, og dagurin í dag er eisini merktur av, at tað er heiligdagur.

Løgreglan hevði tó okkurt smávegis at gera í gjár, tí tá vóru løgreglufólk farin at gera nakrar kanningar í Havn, Klaksvík og Runavík.

Í Klaksvík og Runavík fingu fimm bilførarar bót fyri at snakka í telefon, meðan teir koyrdu. 

Eisini var løgreglan og gjørdi ferðmátingar við lasara í Havn, og har vóru tveir bilar, sum koyrdu ov skjótt. Í nátt vóru løgreglufólkini eisini úti í Havn, og tá bleiv ein bilførari tikin aftrat fyri at koyra ov skjótt. Løgreglan var eisini ein túr á Kaldbaksvegnum, og har var eisini ein, sum koyrdi ov skjótt, og sama skilið var í Søldafirði.

Ferðmátingarnar vóru: 75 km/t, 68 km/t, 72 km/t, 72 km/t, 71 km/t og 119 km/t.

Teir bilførararnir, sum koyrdu ov skjótt, fáa klipp í koyrikortið, meðan teir, sum koyrdu við telefon, fáa eina bót.