Noreg: Tor Njaa, ið er yrkisbilførari í Noregi ynskir at bilførarar lærara at taka djór av døgum, tá teir taka koyriroynd.
- Fólk flest halda tað vera lítið hugaligt at taka í eitt deytt dýr. Og nógv halda tað eisini vera í meira lagi, at skula koyra runt við einum knívi í bilinum, men her eigur broyting at koma í, sigur hann við heimasíðuna hjá norska kringvarpinum www.nrk.no.
Djór skulu drepast um tey verða árend av bili, og tí heldur hann, at ein eisini átti fingið undirvísing í, hvussu ein tekur eitt djór av døgum.
Hann hevur sjálvur sæð bæði elgar, kettur, rádýr, seyð og onnur djór liggja bløðandi framvið norsku vegunum.
- Hetta øsir meg. Tað er eingin hugnalig sjón at síggja bæði blóð og tarmar. Í ringasta føri sær ein ikki sjónligu skaðarnar, men djór eru vanliga seiglívað og kunnu liggja hálvdeyð í langa tíð.
- Slíkt eigur ikki at koma fyri. Lógarverkið er greitt, og ein norskur bilførari hevur skyldu at hjálpa tí skadda djórinum, vísir hann á.
Kanska var hetta nakað sum ein eisini átti at tikið upp til umrøðu millum føroyskar koyrilærarar.
(savnsmynd)