Bilførarar fingu bót tí at perur vóru brostnar

Og ein bilførari fekk bót og klipp í koyrikortið

Nú tað fer at myrkja aftur av álvara, fer løgreglan at gera fleiri ferðslukanningar við tí fyri eyga at kanna um bilarnir hava tey ljós og tær lyktir, teir skulu hava eftir forskriftunum.

Í gjár var løgreglan á ferð í slíkum ørindum og tá fingu fleiri bilførarar bót fyri ikki at hava hesi viðurskifti í rættlag. Talan var um nummarplátuljós, blinkljós og lyktir, parkeringsljós, og onnur ljós, sum ikki lýstu.

Men í sama viðfangi fekk ein bilførari eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra 76 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 50. Men tað kostar honum eisini  2.500 krónur í bót.