Bilførarar fáa ikki frið at sovna við rattið

Nú fáa bilførararnir skjótt ikki frið at sovna við rattið. Ein skipan í bilinum sigur frá um okkurt livandi - fólk ella djór -er longur frammi á koyribreytini, og nýggjastu xenon-forlyktirnar snara við, tá bilførarin snarar rattið

Tað kemur so nógv spennandi nýtt á marknaðin, sum finnur veg inn í bilaídnaðin. Serliga er tað hernaðarídnaðurin, sum stendur fyri teimum mest framkomnu tøkniligu uppfinningunum.

Nú fáa bilførararnir skjótt ikki frið at sovna við rattið. Sum eykaútgerð til nýggja Citroën C5 fæst vegstrípu-alarmur, ið ger, at um bilurin koyrir um vegstrípurnar uttan at vísa av, fer førarasetrið at vibrera í tí síðuni, (høgru ella vinstru), sum bilurin hevur koyrt yvir vegstripuna, soleiðis at um bilførarin er sovnaður, skuldi hann vakna av vibratiónunum.

Sami bilur fæst eisini við nýggjastu xenon-lyktunum, sum snara við tá bilførarin snarar rattinum til høgru ella til vinstru. Hetta er ikki nøkur nýggjheit, tí fyri meira enn 30 árum síðan fekst tað eisini sum eykaútgerð til teir stóru Citroën ID 19, men tað vóru ikki xenon-lyktir, men vanligar perur.

Tevjar fólk og djór

Nú fæst eisini ein skipan, sum sigur frá um nakað livandi er longur frammi á koyribreytini. XstraVue systemið er infrareytt ljós, sum í myrkri fangar hitastrálingar frá øllum livandi meira enn 200 metrar longri frammi á koyribreytini, sama um tað eru fólk ella djór.

Tað er so smart, at hetta infrareyða ljósið sæst ikki og blendar tí heldur ikki mótkoyrandi ferðslu.

Eisini finnast skipanir, sum við radara siga frá, um bilurin koyrir ov tætt upp at øðrum bilum í ferðsluni.

Myndatekstur: