MVG-málið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroya Rættur kom týsdagin til ta niðurstøðu, at innkrevjingin av meirvirðisgjaldinum av skrásetingargjaldinum av nýggjum akførum í tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 28.apríl 2005, var uttan heimild, og at teir bileigarar, sum hava stevnt eftir hesum endurgjaldi, hava rætt til at fáa MVG’ið goldið aftur.
Rættiliga nógv fólk valdu at stevna TAKS og bilasølunum, eftir at hetta mál kom undan kavi í 2005, og av tí at talan vildi verða um so nógv mál, og tey flestu líktust, vóru fýra mál tikin burturúr rúgvuni, sum skuldi roynast sum prinsippmál.
Tað vóru tveir kendir persónar, hvørs mál skuldu roynast í rættinum, nevniliga Bjørn á Heygum, advokatur og Rodmund Nielsen, táverandi løgtingsmaður.
Úrskururin var, at teir fingu viðhald í øllum ákærum, og sostatt eiga teir bileigarar – og bert teir – sum hava stevnt bilasøluni eftir at fáa hetta endurgoldið, at fáa peningin aftur.
Bilasølurnar skulu gjalda fyrst
Ein av úrskurunum hjá Føroya Rætti var, at í teimum førum har tað ber til, eru tað bilasølurnar, ið skulu gjalda keyparunum peningin aftur, og síðani skulu bilasølurnar krevja peningin aftur frá TAKS. Men í teimum førum, har bilasølan ikki er til longur, er tað bert TAKS, ið stendur eftir, og er niðurstøðan at í teimum førum eigur TAKS at gjalda peningin aftur til keyparan.
Bert tey sum stevndu
Men tað eru ikki øll, ið fáa peningin afturgoldnan. Í roynd og veru er talan bert um ein evaraskalítlan brotpart av fólkunum, ið fáa nakað sum helst afturgoldið.
Bert tey, ið hava stevnt áðrenn fyrningarfreistin, sum er 5 ár, var úti, fáa hava rætt til endurgjald, og sum skilst er talan bert um í mesta lagi 100 av kanska 3000 til 4000 bileigarum, sum hava gjørt tað.
Bert tey, ið hava keypt bil í tíðarskeiðnum frá 29. desember 2004 til 27.apríl 2005, kunnu sostatt enn stevna eftir hesum endurgjaldi. Hjá restini er fyrningarfreistin farin, og einki gerst fyri at steðga tí, heldur ikki skriv ella munnligir fyrispurningar til bilasølur ella TAKS.
Kæra møguliga dómin
TAKS hevur boðað frá, at TAKS hevur enn ikki tikið støðu til, um dómurin hjá Føroya Rætti verður tikin til eftirtektar, ella um dómurin verður skotin inn fyri Eystara Landsrætt. TAKS tekur støðu til spurningin um, hvørt dómurin verður skotin inn fyri Eystara landsrætt fyrst í komandi ári.










