Higartil í ár hava bileigarar goldið 3,9 milliónir meiri í landkassan í avgjøldum og mvg á bensini og diesel, enn teir gjørdu í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin vildi hava at vita frá henni, hvussu nógv tað hevur givið landskassanum, at samgongan hækkaði avgjaldið á bensini og diesel á nýggjárinum.
Kristina Háfiss upplýsir, at fyrsta ársfjórðing í ár er innflutningurin av bensini til bilar, lækkað nakað. Hann er nevniliga lækkaður úr fimm milliónum litrum í fyrsta ársfjórðingi í 2014, niður í tríggjar milliónir litrar í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Hinvegin er innflutningurin av diesel til bilar hækkaður úr 7,1 milliónum litrum í fyrsta ársfjórðingi í 2014, upp í 7,8 milliónir litrar í fyrsta árafjórðingi í ár.
Úrslitið av hesum er, at í fyrsta ársfórðingi í 2014, rindaðu bileigarar landskassanum 20,1 millión í mvg og øðrum avgjaldi á bensini og 12,3 milliónir í mvg og øðrum avgjaldi á diesel, ella tilsamans 32,4 milliónir krónur.
Í fyrsta ársfjórðingi í 2015 rindaðu bileigarar 14,5 milliónir í mvg og øðrum avgjaldi á bensini og 8,8 milliónir í mvg og øðrum avgjaldi á diesel, ella tilsamans 23,3 milliónir.
Í fyrsta ársfjórðingi í ár, rindaðu bileigarar 15,8 milliónir í mvg og øðrum avgjaldi á bensini og 11,4 milliónir í mvg og øðrum avgjaldi á diesel, ella tilsamans 27,2 milliónir krónur.
Tað merkir, at í fyrsta ársfjórðingi hesi seinastu trý árini, hava avgjøldini tilsamans verið:
2014: 32,4 milliónir
2015: 23,3 milliónir
2016: 27,2 milliónir.
Sostatt hava bilaeigarar rindað 3,9 3 milliónir meiri í mvg og øðrum avgjaldi av bensini og diesel í fyrsta ársfjórðingi í ár, enn teir rindaðu í fjør.
Men uppi í hesum hongur eisini tað, at prísurin á bensini og diesel er nógv lækkaður hesi seinastu tíðina. Síðani 18. september er prísurin á bensini sosttatt hækkaður 16 oyru fyri liturin, við mvg, men prísurin á diesel er lækkaður 15 oyru fyri liturin, við mvg.
Men Kristina Háfoss staðfestir, at sum heild eru prísirnir nógv lækkaðir seinastu árini.
Tá ið prísirnir vóru hægstir í 2014, kostaði ein litur av bensini væl omanfyri 11 krónir fyri liturin, og ein litur av diesel kostaði væl omanfyri níggju krónur fyri liturin. Men nú kostar bensinið 9,06 krónur fyri liturin, og diesel kostar 6,95 krónur fyri liturin fyri liturin.
- Lækkandi oljuprísurin hevur givið føroyskum húsarhaldum betri fíggjarligt rásarúm og størri keypsorku, sigur Kristina Háfoss.
Hon vísir eisini á, at nú er skattanevnd sett at gera uppskot um at ein nýggja skatta- og avgjaldsskipan og í hesum sambandi verða gjøld á brennievni eisini viðgjørd.