Bileftirlitið: Bilarnir eru í góðum standi

Innfluttu bilarnir úr Týsklandi verða sýnaðir á Bileftirlitinum. Her hava tey tí sæð allar bilarnar, og sum heild er talan um góðar bilar, sigur Búgvi Apol, sýnsmaður á Bileftirlitinum

 

Teir flestu brúktu bilarnir, sum verða innfluttir úr Týsklandi og harumleiðir, eru í góðum standi. Teir eru sum heild lítið rustaðir í mun til javnaldrandi bilar, ið hava koyrt øll síni ár í Føroyum. Tað sigur Búgvi Apol, sýnsmaður á Bileftirlitinum, har allir teir brúktu innfluttu bilarnir verða sýnaðir, áðrenn teir koma á føroysku vegirnar.

Av tí sama fáa bilarnir sjáldan meira enn nakrar fáar krossar í sýnsfrágreiðingini og krevja tí ikki stórvegis ábøtur.

Men á Bileftirlitium siga tey, at hetta kortini ikki er nøkur trygd fyri, at motorurin á bilinum ikki er slitin, tí ein sýnskanning umfatar ikki motorslit.

? Man hoyrir søgurnar um, at kilometurteljarar í summum førum verða stillaðir av bilseljarum í Týsklandi, men vit hava ikki nakra hóming av, um hetta er framt á týsku bilunum, sum vit sýna. Út frá sýnskanningunum kunnu vit bara konstatera, at bilarnir eru rættiliga góðir, sigur Búgvi Apol, sýnsmaður.

Bileftirlitið sær tað ikki sum nakran veruligan trupulleika fyri trygdina á føroysku vegunum, at so nógvir brúktir bilar verða innfluttir, men vísir kortini á, at gamlir bilar ikki eru gjørdir eftir somu trygdarreglum sum nýggju bilarnir.

? Tú fært ikki ein seks ára gamlan bil, ið lýkur somu trygdarkrøv, sum einum nýggjur bilur skal lúka. So sæð frá einum trygdarsjónarhorni, hevði tað prinsipielt sæð verið betri, um fólk heldur keyptu nýggjar bilar, sigur Búgvi Apol, sum tó leggur dent á at hervið er ikki sagt, at eldru bilarnir eru vandamiklir.

? Men tess nýggjari bilparkin er, tess hægri er trygdarstandardurin. Og tað sigur seg sjálvt, at tað vera lutfalsliga fleiri gamlir og hálvgamlir bilar í bilparkini, um fólk velja at innflyta gamlar bilar heldur enn at keypa nýggjar. So sæð frá tí sjónarhorninum hevði tað verið betri, um fólk keyptu nýggjar bilar, sigur Búgvi Apol, sýnsmaður á Bileftirlitinum.