Tað var stjórin á Bileftirliti Føroya, Jákup Jacobsen, sum beyð vælkomin við móttøkuna og greiddi frá arbeiðnum at skapa bileftirlitinum ein nýggjan samleika.
- Seinastu tvey árini hevur øll organisatiónin á stovninum arbeitt miðvíst við virkisvirðum fyri stovnin, har dentur hevur verið lagdur á at styrkja felags eyðkenni og felags virðir, bæði fakliga og menniskjansliga. At hjálpa okkum við hesi uppgávu, hava vit havt fyritøkuna, Hugin, og sigast má, at teir við hepnari hond hava megnað at leitt okkum gjøgnum tilgongdina - og eisini fingið okkum á rætta kós aftur, tá ið farið varð av leið, segði stjórin.
Bileftirlit Føroya eitur nú Akstovan, og nýggja og snøgga búmerkið ímyndar eitt hjól, sum melur.
Landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sum varðar av stovninum, hevur góðkent nýggja navnið og nýggja búmerkið.
Akstovan er nú heitið á stovninum, og við mikudagin avdúkaði landsstýrismaðurin navnið saman við nýggja búmerkinum, sum lýsingarstovan, Reproz, hevur gjørt.
Við hesum er nýggi "grafiski samleikin" hjá stovninum, sum við tíðini hevur fingið fleiri og fleiri uppgávur, nú avdúkaður.
Fólk, sum vóru til steðar, tá ið navnið og búmerkið vórðu avdúkað, tóktust taka væl ímóti nýggja "samleikanum".
Virðisorðini, sum Akstovan hevur valt at brúka, eru Trygd, Tænasta og Trivnaður - ella tey trý T´ini, sum orðini eisini verða rópt.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, segði eisini nøkur orð við móttøkuna og helt fyri, at nýggja navnið - tá ið ein tíð er fráliðin - fer at verða nýtt í dagligari talu, líka so náttúrliga, sum verandi navn verður nýtt í dag.
At enda við móttøkuna greiddi Allan Dalsgarð, sum starvast hjá Reproz, frá, hvussu komið varð fram til nýggja grafiska samleikan, sum Akstovan - ella fyrrverandi Bileftirlit Føroya - nú hevur fingið.