Svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, leggur myndugleikarnar í Ukraina undir at hava forðað fyri, at hann sleppur at vitja fyrrverandi ukrainska forsætisráðharran Julia Timosjenko í fongslinum.
Á síni Twitter-síðu skrivar Bildt, at hann hevði fingið játtandi svar frá Timosjenko um fund teirra millum, men at hann seinni hevði fingið at vita, at myndugleikarnir í fongslinum, sum Timosjenko er í, vildu ikki loyva teimum báðum at hittast.
Carl Bildt er í løtuni staddur har suðuri í Ukraina, har hann luttekur á einari ráðstevnu í býnum Jalta. Tá hann fekk at vita, at hann slapp ikki at hitta Julia Timosjenko, spurdi hann seg fyri hjá ukrainska uttanríkisráðharranum, men fekk at vita, at uttanríkisráðið hevur einki við málið at gera.
Julia Timosjenko hevur fingið fleiri ára fongsul fyri valdsmisnýtslu, men fleiri lond í Vesturheiminum siga dómin vera politiska forfylging.