Í kvøld trína teir fýra eysturríksku dreingirnir, sum manna bólkin Bilderbuch, á pallin á sandinum í Gøtu. Hetta er fyrstu ferð at teir eru slopnir at flúgva til eitt annað land at framføra sín tónleik, og tí hava limirnir í bólkinum glett seg at koma til Føroya í longri tíð.
- Vit hava í seinastuni verið á konsertferð í bussi í londum sum Kekkia, Slovakia og Týsklandi, so hetta er nakað heilt annað. G! festivalurin hevur allatíð verið hæddarpunktið á konsertferðini.
Mike og Morris, ávíkavíst sangari og gittaristur, lýsa tónleikin hjá sær speiskliga sum eina blanding av tí mesta, ið hevur verið at hoyrt í nýggjari tíð, tó við einum sterkum elektroniskum dámi.
Teir báðir eru bilsnir av, at eitt so lítið land sum Føroyar megnar at skapa tónleik á so høgum støði.
- Tað er ilt at skilja, álvaratos, at so fá fólk framleiða so nógv sum er gott. Um tú hugsar lutfalsliga, er støðið í Eysturríki óivað nógv lægri, sigur Morris skemtingarsamur.
Eysturríkski Bilderbuch spælir á sandinum í kvøld klokkan 21:40.