Bilbumba í Valby

Bumbuserfrøðingar hjá donsku verjuni hava tikið eina bumbu, sum hekk undir einum bili, sum stóð parkeraður í Valby. Løgreglan sigur fyri TV2, at talan var um ein dunk við spreingihættisligari vætu og lutum, sum kundu festa í vætuna.

Løgreglan fekk boð um bumbuna stutt eftir klokkan hálvgum níggju í morgun okkara tíð, og fólk í umráðnum fingu boð um at fara úr húsunum.

Kriminalteknikarar hjá løgregluni eru nú á staðnum og kanna viðurskiftini. Løgreglan sigur, at hon metir málið sum eina drápsroynd.