Bilbumba í Russlandi

Minst trý fólk doyðu, tá ein bilbumba brast í býnum Stavropol í útsynningspartinum av Russlandi í dag, skrivar tíðindastovan RIA. Níggju onnur fólk fingu skaða. Sambært Interfax hevur eingin átikið sær ábyrgdina av bumbuatsóknini.

Býurin Stavropol er stutt norðan fyri Kaukasus-økið, har tað mesta av fólkinum eru muslimar. Har eru regluliga samanbrestir millum víðgongdar muslimar og russiskar løgreglumenn.

Tað mesta av fólkinum í Stavropol er av russiskum uppruna.