Bilbumba kravt minst 75 mannalív í Bagdad

Bumban var so sterk, at múrarnir í einari mosku nærhendis rapaðu. Myndugleikarnir í Bagdad siga, at fyribils hava teir skrásett 75 deyð eftir ta ógvusligu spreingingina, og at minst 130 fólk hava fingið skaða.

Bumban lá í einum bili, sum stóð nærhendis teirri shiamuslimsku Khillani-moskuni í Sinak-býarpartinum, og bresturin var so harður, at múrarnir í moskuni rapaðu, skrivar Reuters úr Bagdad.

Tíðindafólk siga, at fleiri skot vóru at hoyra aftan á spreingingina.