Bilbumba drap 19 pílagrímar

Ein fjarstýrd bilbumba kostaði í morgun 19 shiamuslimskum pílagrímum lívið nærhendis pakistanska býnum Quetta. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at bumban brast mitt í einum bussfylgi við umleið 180 pílagrímum.

-Illgerðarmenninir høvdu lagt bumbuna í ein bil. 19 doyðu. Fleiri fingu skaða, og tað stendur um lív hjá summum teirra, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar við fronsku tíðindastovuna AFP.

Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av bumbuni. Quetta er í landspartinum Baluchistan, sum er við markið til Iran og Afghanistan, og har hava ofta verið samanbrestir millum shiamuslimar og sunnimuslimar.