Í minsta lagi átta fólk doyðu, og meiri enn 80 fingu skaða, tá ein sterk bilbumba brast í libanska høvuðsstaðnum Beirut í dag. Bumban brast í einum kristnum parti av býnum og stutt frá skrivstovuni hjá tí kristna Falangistaflokkinum, sum er ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta í Sýrialandi.
Tíðindastovurnar skriva, at spreingingin var ógvuslig, og at fleiri hús í gøtuni fingu skaða, og at fleiri bilar vórðu oyðilagdir. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av spreingingini.
Hetta er tann fyrsta bumbuspreingingin í Beirut síðani 2008.










