Bilbumba í Bagdad kravt 28 mannalív

Í minsta lagi 28 fólk doyðu, og meiri enn 50 vórðu løstað, tá ein bilbumba brast har eysturi í irakska høvuðsstaðnum Bagdad í morgun. Tíðindastovurnar skriva, at spreingingin var í einum shiamuslimskum býarparti.

Ein talsmaður fyri innanríkisráðið sigur, at talan var um eitt sjálsmorðsálop, sum var ætlað teimum, sum vóru komin at fylgja trimum fólkum til gravar. Tey trý, eini hjún og eitt barn, doyðu í einari atsókn í gjár.

Harðskapurin hevur vundið nógv upp á seg í Irak ta seinastu tíðina, og minst 200 fólk hava latið lív í atsóknum, síðani USA tók sínar seinastu hermenn úr landinum tann 18. desember, skrivar AFP.