25 fólk doyðu, tá ein bilbumba brast í miðbýnum í Bagdad í morgun Iraksku myndugleikarnir siga, at minst 25 doyðu av spreingingini, og at 48 onnur eru flutt á sjúkrahús.
Bumban brast í Kasra-býarpartinum, sum er á eystara áarbakka á Tigris-ánni.
Ófriðurin í Irak er minkaður nógv teir seinastu mánaðirnar, og hernaðarligu bólkarnir hava mist ræðið nógvastaðni. Kortini eru teir framvegis førir fyri at skipa fyri bumbuatsóknum sum teirri í morgun, skrivar Reuters úr Bagdad.










