Bilatíðindi

   

 

25 túsund Hyundai


Eftir at hava verði á danska marknaðinum í 8 ár, eru nú 25.000 Hyundai bilar seldir. Bilur nr. 25 tús. var ein Hyundai Accent. Hyundai bilarnir fáa vanliga góðan karakter í altjóða testum, og Accent hevur ligið sum nr. trý á Top-20 sølulistanum í Danmark.


Kelda: Hyundai Bil Import A/S

????????????????????????????




Reinir postbilar


Post Danmark hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna Silentor, sum framleiðir sótfiltur til dieselmotorar, um at 14 Peugeot Partner postbilar í 2 ár skulu royndarkoyra teirra sótfiltur. Orsøkin er at bilar sum starta og steðga sera ofta sigast at verða heilsuskaðiligir fyri býarumhvørvið.


Kelda: Motor Magasinet

????????????????????????????




Suzuki SX Crossover


Á bilaframsýningini "New York Motor Show" herfyri, sýndi Suzuki ein nýggjan bil, SX Crossover, sum eftir ætlan skal fara í framleiðslu næsta ár. Bilurin skal eisini seljast í Evropa.

Kelda: Motor Magasinet