Bilasølurnar hava framvegis góðar dagar

Sølan av nýggjum bilum heldur fram at veksa

Sølan av nýggjum bilum heldur fram at veksa.

 

Tað sæst, nú Akstovan hevur jørt upp, hvussu nógvir bilar eru skrásettir 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at higartil í ár eru 2344 akfør seld og tað eru 362 fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Vøksturin í ár er sostatt sløk 18,3 prosent.

 

Tað er talið á persónbilum, sum eigur bróðurpartin av vøkstrinum, tí higartil í ár, eru 1680 persónbilar seldir, og tað eru 220 bilar fleiri enn í teir fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, tá ið 1460 persónbilar vórðu seldir. Sostatt er vøksturin góð 15 prosent.