Fleiri føroyskar bilasølur høvdu stóra framgongd í fjør. Bæði hjá Waag & Co og hjá Wenzel økist sølan av nýggjum bilum við einum triðingi í 2013 í mun til undanfarna ár.
Waag & Co umboða bilmerkini Citroen, Mercedes Benz og Mitsubishi. Sambært hagtølum hjá Akstovuni vóru seldur 354 bilar av hesum bilamerkjum í fjør, og svarar hetta til eina øking á 30 prosent í mun til árið fyri.
Henda meirsøla sæst væl aftur í roknskapinum hjá P/F Waag & Co, ið júst er tøkur á Business-line, www.bl.fo. Bruttovinningur er øktur við 2,5 mió kr., harav meginparturin er farin til øktar lønarútreiðslur, so at úrslitið á niðastu linju er nøkunlunda óbroytt í mun til árið fyri, tvs góðar 5,7 mió kr áðrenn skatt.
Hjá P/F Wenzel, ið umboða merkini Volvo og Ford, er sølan av nýggjum bilum í fjør eisini økt heilt munandi og hetta sæst væl aftur í seinasta ársroknskapi felagsins, sambært www.bl.fo.
Bruttovinningurin hjá P/F Wenzel vaks í fjør við góðum 4 mió kr í mun til 2012 og tá lønarútreiðslurnar bara eru øktar við umleið 650.000 kr liggur meginparturin av bruttovinninginum eftir á niðastu linju.
Ársúrslitið hjá Wenzel áðrenn skatt í 2013 gjørdist slakar 4 mió kr, ið er en framgongd á 4 mió kr í mun til 2012, tá úrslitið var 12.000 kr.
Kelda: Business-line, www.bl.fo









