Bilasølan vaks í farna mánaði

Hóast afturgongd er í bilasøluni higartil í ár, so sær mars mánaði bjartari út hjá bilasølunum

 

 

Higartil í ár eru seldir færri bilar, enn sama tíðarskeið í fjør. Munurin er 7,74 prosent.

 

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni.

Men hyggja vit bara eftir marsmánaði, so sær ljósari út, tí í mars í ár vórðu seldir 229 persónbilar í mun til 164 sama mánað í fjør.

Orsøkin er uttan iva, at lógin um endurgjald fyri elbilar og plugin hybrid bilar ikki var í gildi í januar og februar. 

Samlaða sølan av akførum higartil í ár hevur 465 í mun til 504 sama tíðarskeið í fjør. Men taka vit aftur bara mars mánað, so vórðu í mars í ár seld 268 akfør til samans í mun til 210 í mars mánaði í fjør. Tað eru sløk 8 prosent meira.