Bilasølan gongur væl

Higartil í ár eru 310 akfør fleiri seld samanborið við sama tíðarskeið í fjør

Tað hevur gingið væl hjá føroysku bilasølunum í ár.

 

 

Frá januar til november í ár eru 310 akfør fleiri seld samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Sostatt er samlaða bilasølan vaksin við næstan 22 prosentum.

 

 

Størsti vøksturin sæst í søluni av persónbilum.

 

 

Í tíðarskeiðinum januar til november í fjør vóru 1043 persónbilar seldir, meðan hetta talið er 1314 persónbilar í ár. Tað eru 271 bilar fleiri og ein vøkstur á sløk 26 prosent.

 

 

Til ber at síggja alt yvirlitið her