Bilasølur illa fyri

Bilasølan í Danmark er minkað so nógv, at næstan helmingurin av øllum bilasølunum hava latið aftur ella fara at lata aftur.

Í fjør keyptu danir 96.000 bilar ella14 prosent færri bilar enn árið fyri. Sambært bilasølufelagnum hava millum 900 og 1.000 fyritøkur fingist við at selja bilar, men hildið verður, at talið nú er einastaðni ímillum 500 og 600. Umframt sjálva bilasøluna hevur tað eisini víst seg, at eykalutasølan er minkað munandi, og tað ger ikki støðuna betur. Tann minkandi bilasølan kemur ikki bara bilasølunum illa við. Tann lítla sølan í fjør gjørdi, at ríkiskassin fekk 3,4 milliardir krónur minni, enn roknað varð við.

Donsku bilasølurnar seldu fleiri vøruvognar og lastbilar í fjør enn í 2002, men persónbilasølan minkaði nógv. Mest seldi persónbilurin í Danmark í fjør var Peugeot 307, og næstur honum kom Peugeot 206. Á triðja plássi var Skoda Fabia, skrivar Jyllandsposturin.