Bilasølan vaksin við 25 prosentum

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár vaks sølan av persónum við 25 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Av teimu 976 motorakførunum, sum vórðu seld tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, er nógv tann størsti bólkurin persónbilar. Tilsamans vórðu seld 976 akfør, og av teimum vóru 696 persónbilar. Sama tíðarskeið í fjør vórðu seldir 865 akfør, av teimum 558 persónbilar.

Meðan samlaða sølan av akførum er økt við 13 prosentum í mun til í fjør, so er sølan av persónbilum vaksin tvífalt so nógv, sløk 25 prosent.

Nevnda tíðarskeið í ár eru seldir 69 vøruvognar í mun til 71 sama tíðarskeið í fjør, men talið av seldum prutlum er munandi minkað: í ár vóru seld 103 prutl í mun til 578 í fjør. Hetta er ein minking upp á 67%.