Næstan tvífalt nógvir nýggir bilar vórðu seldir í januar mánaði í 2010 sum í januar 2009, vísa feskastu tølini frá Akstovuni. Í januar í 2009 vóru 46 nýggj akfør skrásett í Føroyum. Í farna mánaði vóru 79 nýggj akfør skrásett, sum er 33 akfør meira enn sama mánað árið fyri. Hetta er ein vøkstur upp á 71,7 prosent.
Sostatt tykist gongd verða komin á søluna av nýggjum bilum aftur, eftir at hon minkaði við eini helvt í 2009, samanborið við árið fyri.
58 nýggir persónbilar vóru skrásettir, 10 prutl, seks vøruvognar, ein hýruvognur og ein motorsúkkla.
Sama tíðarskeið í fjør vóru skrásett 32 persónbilar, fýra prutl, fýra vøruvognar, tveir lastbilar, eitt neyðsendakfar og ein smábussur.